Bjarni vil stríða seg inn í føroyska EM-hópin

Størsta blaðið á suðurlandi Noregs, Fædrelandsvennen hevur gjørt samrøðu við Bjarna í Selvindi um skiftið til Kristiansand

Mynd: Fædrelandsvennen

Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at 21 ára gamli Bjarni í Selvindi skiftir úr StíF til Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Størsta blaðið á suðurlandi Noregs, Fædrelandsvennen hevur gjørt samrøðu við Bjarna í Selvindi um skiftið til Kristiansand.

 

Fædrelandsvennen, ið fylgir besta liðnum hjá Kristiansand sera væl skrivar, at orsaka av mongu skaðunum í hópinum hjá Kristiansand er sannlíkt, at Bjarni fær debutt longu komandi leygardag, tá Kristiansand spælir fyrsta dystin í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið á útivøll móti Fjellhammer.

 

Við Fædrelandsvennen sigur Bjarni: - Hetta er ein ógvuliga góður møguleiki fyri meg at sleppa at spæla við Kristiansand.

 

Bjarni dylur ikki, at hann fremur skiftið fyri at kunna hava møguleika at gerast partur av føroyska EM-hópinum, ið skal taka lut í sínum fyrsta EM-endaspæli í Týsklandi í januar: - Um eg spæli ógvuliga væl fyri Kristiansand í heyst, so trúgvi eg, at eg kann gerast partur av EM-hópinum, sigur Bjarni við Fædrelandsvennen. 

 

- Eg eri veruliga spentur og gleði meg sera nógv, staðfestir Bjarni. 

 

Bjarni var við í tveimum venjingardystum hjá Kristiansand móti Sandnes farna vikuskiftið. Avrikið hjá Bjarna í teimum báðum venjingardystunum sannførdi høvuðsvenjaran, Victor Skillhammar, at Kristiansand skuldi knýta unga strandingin til hópin hjá Kristiansand. 

 

Um Bjarna sigur Victor Skillhammar við Fædrelandsvennen: - Hann hevur eitt ógvuliga gott yvirblikk, og so er hann ein góður skjútti. Hann megnar eisini at spæla tey ymisku bakkplássini, sigur høvuðsvenjarin hjá Kristiansand. 

 

 

 

Mynd: Fædrelandsvennen