TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bjarna Petersen beinleiðis á FM1 aftaná Bjarni og liðfelagarnir høvdu spælt javnleik 2-2 ímóti Litava í dysti í EM-undankappingini sum var leiktur á Tórsvølli í dag.
Fyri Bjarna Petersen og liðfelagarnar er tað eitt stórt vónbrot at missa sigurin í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat, tá Litava javnaði við einum brotssparki.
- Vit mugu uppá hestin og læra av hesum, staðfestir Bjarni Petersen.
Týsdagin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið seinasta EM-undankappingardystin ímóti Danmark í Ålborg.
Føroyar hava sjey stig fyri fýra javnleikir og ein sigur í níggju undankappingardystum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Hegga Samuelsen
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen










