Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fer á tíðindafundi í Tinganesi í dag at greiða frá nýggjari verkætlan um klekingardeplar fyri kunningartøkni.
Hendan royndaverkætlanin er ein avleiðing av almennu ferðini hjá Bjarna Djurholm í Ísrael herfyri, har hann millum annað kunnaði seg um ísraelskar klekingardeplar fyri kunningartøkni.
Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið við klekingardeplinum er at skapa serligar karmar fyri menning av nýggju KT-fyritøkum við at geva teimum virkisligar karmar og lætta teimum um atgongdina til fígging og ráðgeving í byrjunartíðini.
Fyrsti klekingardepilin verður ein royndarverkætlan, sum regluliga skal eftirmetast, so at funnið verður fram til, hvussu klekingardeplar á bestan hátt verða skipaðir, soleiðis at íverksetarar, íleggjarar og onnur verða stimbrað og eggjað til virkisfýsni.
? Metast skal um, hvørt vinnan til dømis saman við almennari luttøku kann standa fyri deplum kring um í Føroyum, eisini innan áðrar hátøknivinnugreinir, so sum fiskivinnutøkni, biotøkni við meira. Tað vil siga, at lokalir myndugleikar, vinnulívsfólk á staðnum, útlendskir íleggjarar og Vinnumálastýrið samstarva um menning av hátøkniligum klekingardeplum í Føroyum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum í tíðindaskrivi.