Bjarni Skaalum 80 ár

Í dag, 24. apríl, fyllir Bjarni Skaalum 80 ár.

Hann er lærari og høvundur. Foreldrini vóru Christiana f. Joensen úr Hvalba og Einar Skaalum úr Vági.
Bjarni Skaalum tók læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1950, og seinni tók hann prógv sum smíðlærari á Dansk Sløjdlærerskole. Haraftrat las hann til orðblindalærara og fekk góðkenning sum slíkur í 1955.
Eftir at hava lokið prógv gjørdist Bjarni Skaalum lærari í Porkeri í 1950. Har var hann, til hann tók við sum lærari í Vági í 1969. Hann fór frá við eftirløn í 1991. Hann giftist í 1945 við Elsebeth Marie Vinther úr Vági. Tey fingu fimm børn, fýra synir og eina dóttur: Hjalti, Einar, Allan, Tórð og Annika Yvonna.
Mong munna kenna Bjarna Skaalum sum rithøvund. Hann hevur javnan áhugaverdar greinar í Skáanum í Dimmalætting um fjølbroytt evni. Hann hevur eisini týtt ein hóp, eitt nú skaldsøguna Moby Dick. Sambært Rithøvundabókini er tað mesta, hann hevur skrivað, handrit, sum ikki eru givin út, tó eru trý handrit givin út í bók.
Hann hevur eisini yrkt sálmar og sangir. Í Songbók Føroya Fólks eigur hann sangin "Náttin hvarv og dimmið leið". Hann hevur skrivað nógv í Sunnudagsblaðnum og Barnatíðindum, sum Jákup Berg gav út.