Bjarni í Sjúrðagarði farin

Sunnudagin bórust deyðsboðini av Bjarna í Sjúrðagarði, lærara, Kaldbak, sum síðani tíðliga í ár hevur drigist við herviliga sjúku.

Bjarni, sum var 41 ára gamal, var úr Havn, sonur Astrid og John í Sjúrðagarði. Hann vaks upp úti í Grønlandi í Havn, í Sløttulíð, og gekk øll barnaárini í Venjingarskúlanum. Teir vóru tveir brøður, Óli Hans, sum er 44 ára gamal, sum er kiropraktor og býr í Svøríki.
Mamman Astrid, f. Nolsøe, er ættað úr Vági, og pápin, John, f. Gaard, er úr Havn.
Bjarni var giftur við Kirstin Ellingsgaard úr Sørvági, sum er dóttir Henzar og Ingu Ellingsgaard. Bjarni gekk í trý ár á N. Zahles Seminarium í Keypmannahavn og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1993.
Hann hevur verið lærari á Dímun frá 1993-95, í Kaldbak oktober-desember í 1995, í Eysturskúlanum janaur-juli í 1996 og síðani 1996 í Tórshavnar Kommunuskúla. Hann hevur verið á ymsum stuttum skeiðum, serliga í støddfrøði og lívfrøði.
Við síðuna av lærarastarvinum læs Bjarni eisini sálarfrøði, og tók hann í 2004 prógv frá Danmarks Pædagogiske Universitet sum Cand.pæd.psych. Hann starvaðist eisini sum parttíðar sálarfrøðingur hjá Ríkisumboðnum í Havn.
Eftir Bjarna sita børnini: Teitur, Guðrið og Tinni, sum bert er eitt ára gamal.