Landstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm vissar Sosialin um, at túrarnir, ið Súlan avlýsir vegna veður, verða sigldir so skjótt veðrið er til tað.
? Umsitingin her hevur kannað tað, og túrarnir, ið verða avlýstir vegna veður, verða sigldir so skjótt viðrar, sigur Bjarni Djurholm, sum vísir okkum til fólkaflutningsdeildina á Strandferðsluni um vit vita um nakran ítøkiligan túr, sum ikki er sigldur, og heldur ikki innheintaður aftur, tá viðraði.
Bæði mykinesmenn og felagið, ið rekur siglingina til Mykines, siga, at hetta er alt annað enn vanlig mannagongd.