Bjarni setast úr spælinum

Jenis av Rana er burturstaddurm og fær tí ikki gjørt viðmerkingar til málið. Tað fær næstformaður floksins, Bill Justinusen, hinvegin gjørt, og hann heldur tað vera gott, at løgmaður nú hevur broytt meining, og setur eina kanning í verk.

Næstformaður Miðfloksins sigur, at tað eru skudsetingarnar móti landsstýrismanninum, sum fyrst og fremst skulu kannast, tí tað er kjarnin í málinum. - Eg haldi, at málið er so mikið einkult, at tað ikki eigur at taka meiri enn tríggjar vikur at kanna, og at uttanveltaðir løgfrøðingar eisini skulu vera partur av kanningini, sigur Bill Justinussen.
Men aftrat tí haldi eg, sigur Bill Justinussen, at Bjarni Djurholm eigur at setast úr spælinum, meðan kanningin fer fram. - Bjarni Djurholm er jú varaløgmaður, og ímynda tær, hvat hendir um løgmaður fer í feriu. So verður tað Bjarni Djurholm, sum tekur yvir, og kemur hann at hava ábyrgd at kanningini av sær sjálvum, og tað kunnu vit als ikki góðtaka. Eisini bara í leiklutinum sum varaløgmaður hevur hann ávirkan á kanningina, og tað er heldur ikki rætt, staðfestir Bill Justinussen.