Eftir at hava rikið virkið í nærum 30 ár hevur Bjarni Thomsen í Hoyvík selt Vaktargarðin. Keypari er Ansni Vaktargarðurin varð settur á stovn 20. februar 1978, og hevur sostatt 30 ár á baki um fáar dagar. Virksemið hjá Vaktargarðinum er skipað í tvey høvuðsvirkisøki, Vaktartænastuna og Alarmtænastuna, og har starvast tilsamans 7 fólk.
Øll árini hevur stovnarin, Bjarni Thomsen, verið stjóri og rikið fyritøkuna.
- 30 ár eru ikki 30 vikur, og tað hevur verið spennandi at bygt upp og rikið vaktartænastur. Nú haldi eg, at kundar, starvsfólk og fyritøkan sum heild hevur bara gott av, at nýggjar kreftir sleppa at royna seg, sigur Bjarni Thomsen, sum bæði takkar starvsfólkum og kundum fyri gott samstarv øll árini.
- Kundarnir fáa framhaldandi eina tænastu, ið verður minst líka góð, sum hon, Vaktargarðurin hevur veitt. Frameftir síggi eg fyri mær, at privatmarknaðurin kann gerast økið, har vit skulu vaksa. Uttanlands síggja vit, at privatkundar vilja hava alarmar móti t.d. stulduri, royki, gassi og øðrum, og hesir verða knýttir at einum sentrali, sigur Helgi Justinussen, eigari av Sp/f Cura, sum keypti Ansni 1. januar 2006.