Bjarni Rubek Nielsen 65 ár

Nýggjársaftan fylti Bjarni Rubek Nielsen, búsitandi í Danmark, 65 ár.

Bjarni er havnarmaður, føddur í Keypmannahavn 31. desember 1944. Foreldrini vóru: Kathrina, f. Joensen, ættað úr Sørvági, og Børge Rubek Nielsen úr Havn.


Bjarni vaks upp í Havn, bleiv útbúgvin tekniskur assistentur í 1967 og radiomekanikari í 1968. Hann lærdi til radiomekanikara á radioverkstaðnum hjá Oliver Næss við Hoydalsvegin.


Í 1968 læt hann upp eina kenda grillbarr í N. Finsensgøtu í Havn, sum hann hevði í mong ár. Frá 1972-76 arbeiddi hann á Loranstøðini á Eiði. Hann koyrdi eisini nógv hýruvogn á bilstøðini Auto bæði sum avloysari og við egnum hýruvogni.


Síðan 1978 hevur Bjarni búð í Danmark, har hann hevur lært til elektronikkteknikara. Hann arbeiddi í mong ár sum tænastustjóri á eini fyritøku sum selur bilstereoanlegg.


Bjarni hevur altíð verið virkin innan svimjing og fimleik, bæði tá hann búði í Føroyum og síðan hann flutti til Danmarkar, har hann hevur luttikið í nógvum kappingum.


Bjarni og konan Rigmor búgva í Gadstrup nærhendis Roskilde og eiga fýra børn.