Bjarni er havnarmaður, føddur í Keypmannahavn 31. desember 1944.
Hann vaks upp í Havn, bleiv útbúgvin tekniskur assistentur í 1967 og radiomekanikari í 1968. Hann lærdi til radiomekanikara á radioverkstaðnum hjá Oliver Næss við Hoydalsvegin.
Í 1968 læt hann upp eina kenda grillbarr í N. Finsensgøtu í Havn, sum hann hevði í mong ár.
Frá 1972-76 arbeiddi hann á Loranstøðini á Eiði.
Hann koyrdi eisini nógv hýruvogn á bilstøðini Auto bæði sum avloysari og við egnum hýruvogni.
Síðan 1978 hevur Bjarni búð í Danmark, har hann hevur lært til elektronikkteknikara.
Hann arbeiddi í mong ár sum tænastustjóri á eini fyritøku sum selur bilstereoanlegg.
Bjarni hevur altíð verið virkin innan svimjing og fimleik, bæði tá hann búði í Føroyum og síðan hann flutti til Danmarkar. Hann hevur luttikið í nógvum kappingum og er eitt nú nevndarlimur í Roskilde Atletklub.
Foreldrini hjá Bjarna vóru: Kathrina, f. Joensen, ættað úr Sørvági, og Børge Rubek Nielsen úr Havn.
Bjarni er giftur við Rigmor, f. Østergaard, og tey eiga fýra børn: Bergur, 27 ár, Peter, 14 ár, Kathrine, 10 ár, og Anne Sofie, sum fyllir 7 ár mikudagin. Familjan býr Snoldelev, 10 km uttan fyri Roskilde.
Føðingardagurin verður hildin nýggjársaftan.
Adressan hjá Bjarna er: Engsdraget 10, DK-4621 Gadstrup. Tel. 0045 51969211.