gev honum ein tekst
og hann syngur
gev honum fisk
og hann bouillabaisar
gev honum klaver
og hann spælir
gev honum blandað kór
og vit dansa
gev honum manskór
og hann gandar
rúnarbindur kvinnur
- og menn
tekstur, takt og tónar, rútma og klangur
eru tilfeingið
ið hesin sjáldsami úrmælingurin,
musikarin, tónleikarin, enfant terrible
Bjarni Restorff
blandar
og fær at liva og tóna
Fríggadagin 25. november 2005 verður Bjarni Restorff 50 ár.
Bjarni hevur verið kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri, síðani kórið byrjaði í 1986.
Dagliga starvast hann sum lærari í Tórshavnar Musikkskúla.
Vit í kórinum ynskja Bjarna hjartaliga tillukku við degnum og góðan byrð framyvir.
Tórshavnar Manskór