Bjarni og Pætur á veg til Skála

Evnaríku havnarmenninir, sum í fjør vóru á Argjum, skulu í ár vera við í kappingini um plássini á liðnum, sum í fjør tók øll á bóli og vann bronsu

Síðsta leygardag fóru skálamenn undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Talan verður ivaleyst um stóra avbjóðing. Í fjør roknaði eingin við teimum, men tað fara øll hini liðini at hava alla orsøk til at gera í ár.
Johan Nielsen og hansara menn dugdu í fjør væl at fáa nyttu burturúr, at tað tók sína tíð, áðrenn hini liðini í fjør so at siga raknaðu við og funnu út av, at Skála var meiri enn liðið, sum tey bæði undanfarnu árini hevði stríðst fyri at varðveita plássið í deildini. Inntil gott og væl hálv kappingin var av, vóru teir oddalið. Síðstu umførini hilnaðist tað ikki so væl, men teir vunnu bronsumerkini, og tá ið lítla vónbrotið hevði lagt seg um, at tað kortini ikki eydnaðist at vinna FM, so vóru og eru skálamenn stak væl nøgdir við árið í fjør.
At tað fram ímóti kappingarenda ikki hilnaðist so væl, sum tað hevði gjørt nógvu tey fyrstu umførini komst partvís av, at hini feløgini eftir summarsteðgin á ongan hátt undirmettu Skála. Hin orsøkin var tann, at tað rakti serliga meint, tá ið lyklaspælarar vóru skaddir ella leikbannaðir. Ikki minst at liðformaðurin, Pauli G. Hansen, ongantíð eftir summarsteðgin var førur fyri at leggja alla orku í.
Spælarahópurin var ikki nóg breiður í fjør, og tað bæði hava teir gjørt nakað við og ætla sær at gera meiri við á Skála.

Havnarmenn á Skála
Formellu spurningarnir eru ikki heilt komnir upp á pláss enn, men Hans Jákup Andreasen, formaður í Skála Ítróttarfelag, váttar, at alt bendir á, at Bjarni Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen skulu spæla við Skála í ár. Teir hava verið við í øllum venjingunum, sum hava verið á Skála higartil í ár. At talan er um tveir sera evnaríkar spælarar hevur leingi verið eyðsýnt. Teir eru báðir uppvaksnir í HB. Har tóktist tað at vera eitt sindur striltið at sleppa framat hjá teimum, og í fjør vóru teir á 2. deildarliðnum hjá AB. Tað eydnaðist ikki hjá AB í fjør at vinna sær sessin í bestu deildini, sum neyvan er so langt burtur.
Johan Nielsen, venjarin hjá Skála, veit alt um dygdirnar hjá teimum báðum, og nú fáa teir møguleika í fremstu deildini at vísa, hvør dugur er í teimum.
Á Skála verður roknað við, at Pætur Dam Jacobsen skal styrkja um verjuna og miðvøllin, og at Bjarni Jørgensen skal styrkja um framrættaða partin av liðnum.

Leita framvegis
Hans Jákup Andreasen sigur, at teir á Skála eru sera fegnir um, at tað á henda hátt hevur eydnast at styrkja um liðið. Men hann leggur afturat, at teir arbeiða framvegis við at styrkja um liðið.
- Dusan Jaic, sum var miðverji í fjør, er farin til Íslands at royna seg, og málverjin, Igor Bjarni Kostic, er eisini farin av landinum. Vit høvdu fegnir viljað havt ein royndan miðverja og ein royndan málverja at hjálpa okkum. Um tað fer at eydnast, dugi eg ikki at siga, men tað er torførari nú at fáa útlendskar spælarar henda vegin, enn tað frammanundan hevur verið.
Tveir útlendingar, Iulian Florescu og Nenad Stankovic, vóru á Skála í fjør, og tað verða teir eisini í ár.
24 spælarar luttaka í venjingunum á Skála. Burtursæð frá útlendsku spælarunum er miðalaldurin ikki serliga høgur. Alexandur Johansen er 26, og hann er elsti føroyski spælarin.
- Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at okkara egnu ungu eisini verða hildnir framat. Einir seks av teimum, sum venja við, eru blaðungir. Teir skulu fyrst og fremst vera við til at manna unglingaliðið, men sjálvandi mennast teir av at venja saman við teimum vaksnu, sigur Skála formaðurin.
Síðani í fjør er álopsspælarin Bogi Gregersen skurðviðgjørdur í liðbandi í øklaknútinum. Tað hevur tikið seg væl upp, og Bogi er førur fyri at venja saman við hinum, sum stríðast um plássini á besta liðnum.