Tað var, eins og í fyrsta umfarinum tætt millum luttakararnar, tá avgerðin skuldi takast um hvør hevði vunnið seg í finaluna. Seks fólk sungu framúr og gjørdu sítt til at løtan var góð og ikki minst spennandi. Men tá avtornaði vóru tað Bjarni Bogason og Andreas Arge, ið komu í finaluna.
Nógv fólk var komið saman í Glitni seinasta hóskvøld. Karaoke er veruliga nakað sum samansjóðar og fær gott lag í.
Sostatt hava 4 luttakarar hava vunnið sær pláss í finaluni. Mikkjal Viderø og Allan Davidsen komu víðari frá fyrsta undanumfarið.
Seinasta undanumfarð
Seinasta undanumfarð, árðrenn finaluna verður komandi hóskvøld 23. november. Listin er um at vera fullteknaður, men pláss er fyri 3 luttakarum afturat. Tekning ferð fram hjá Kenneth á 504334 ella hjá Terja á 268889. Kappingin ferð fram á tann hátt at lutttakararnir syngja sangir, sum teir sjálvir velja frá av langa listanum hjár Glitnir. Luttakararnir syngja tveir sangir í tveimum umførðum.
Vikuskiftisferð til Keypmannahavnar
Vinningurin er ein vikuskiftisferð fyri tvey til Keypmannahavnar. Búð verður á Hotel Hilton – og ein av upplivingunum verður eitt jólaborðhald á Rose McGees, hetta er við í vinninginum. Atlantic Airways, P/F Poul Michelsen og Føroya Bjór stuðla kappingini. Umframt karaoke kappingina er fríggjakvøld fast karaokekvøld í Glitni.










