Øll trý føroyingaliðini vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg vóru toppskjúttar hjá Vali við sjey málum hvør, tá Valur á útivølli vann 32-29 á gamla liðnum hjá Allani, KA. Í steðginum vóru valsmenn á odda 20-14.
Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding vann á heimavølli 34-27 á ÍR. Afturelding legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var frammanfyri 18-10 í steðginum.
Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni megnaðu í sera torførum útidysti á Hafnarfirði javnleik 29-29 móti oddaliðnum, FH. Stjarnan var á odda 15-14 í steðginum. Jóhannes var noteraður fyri eitt mál í dystinum.
Øll trý føroyingaliðini eru millum átta tey fremstu liðini í deildini, og liggja í løtuni til at vinna seg í endaspælið.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig |
1 | FH | 15 | 10 | 3 | 2 | 447:395 | 52 | 23 |
2 | Afturelding | 15 | 10 | 2 | 3 | 472:416 | 56 | 22 |
3 | Fram | 15 | 10 | 1 | 4 | 496:448 | 48 | 21 |
4 | Valur | 15 | 9 | 2 | 4 | 475:443 | 32 | 20 |
5 | Haukar | 15 | 8 | 2 | 5 | 487:430 | 57 | 18 |
6 | ÍBV | 15 | 7 | 2 | 6 | 459:459 | 0 | 16 |
7 | Stjarnan | 15 | 5 | 4 | 6 | 431:442 | -11 | 14 |
8 | HK | 15 | 5 | 2 | 8 | 430:433 | -3 | 12 |
9 | KA | 15 | 4 | 2 | 9 | 418:469 | -51 | 10 |
10 | Grótta | 15 | 4 | 2 | 9 | 419:454 | -35 | 10 |
11 | ÍR | 15 | 3 | 2 | 10 | 464:526 | -62 | 8 |
12 | Fjölnir | 15 | 3 | 0 | 12 | 401:484 | -83 | 6 |