Í dag hevur verið kappast um, hvør er sterkasti maður í Føroyum. Roknast kundi við, at dysturin fyrst og fremst skuldi standa millum Bjarna Nielsen og Jákup Suna Berg, men tá Jákup Suni mátti geva avboð, var Bjarni greiður favorittur.
Og hetta heitið livdi hann upp til. Bjarni vann nevnliga fimm av teimum seks kappingunum, meðan hann í sættu kappingini gjørdist nummar tvey. Bjarni var bestur í Max lyft, reps (lyfta vektir oftast gjørligt í 75 sekund), at ganga við vektum, at halda tveimum bilum á hvør sínari rampu og í sonevndu Atlas-steinunum, har fleiri steinar skulu lyftast upp á sítt pláss skjótast gjørligt.
Einasta kappingin, har Bjarni varð bastur, var í kappingini, har ein 100 kg tungur stokkur skuldi koppast um ein aksil. Hesa kappingina vann Rói Holgarsson.
Endaliga úrslitið av kappingini gjørdist:
Bjarni Nielsen 35 stig
Rói Holgarsson 26,5 stig
Christian Djurhuus 19,5 stig
Jákup Petur Djurhuus 16,5 stig
Jan í Nesinum 16 stig
Helgi Lamhauge 12,5 stig