Bjarni Nielsen hevur um vikuskiftið luttikið í DM-kappingini fyri sterkar menn. Føroya sterkasti maður bleiv nummar tvey í kappingini. Steypið er so stórt, sum hann hevur vunnið, at hann eftir kappingina helt fyri, at tað fór at verða torført at fáa tað í flúgvaran.
Hann sigur eftir kappingina, at hann er fegin um 2. plássið og 360 kilo í deadlift, meðan hann ikki er so fegin um avrikið í øvilsinum, sum eitur Atlas-steinurin. Tá samanumkom vóru bara tvey stig á muni millum Bjarna Nielsen og vinnaran.
Føroya sterkasti maður ger seg nú kláran til Burn Showdown strongman, sum verður 16. november í høllini á Hálsi.