Føroya sterkasti maður var um reppið at fáa um endan á Nikolai Hansen í styrkilandsdystinum móti Danmark, men í tveimum førum vildi takið hjá ikki tað sama sum Bjarni.
Hoyr samrøðuna við Bjarna Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini
Fyrst var hann trý sekund frá at vinna á Nikolai, tá teir skulu halda tveimum bilum í mótbrekku longst. Bjarni Helt í 48 sekund, men so vildi hendurnar ikki meiri og hann mistið takið. Nikolai Hansen megnaði at halda í 51 sekund.
Les eisini: Fýra mánaðar venjing til fánýtis
Undan seinastu greinini stóð á jøvnum, tá teir skulu lyfta tvey dekk og eina jarnstong upp á ein platt. Her mistið Bjarni takið, tá hann skuldi lyfta fyrra dekkið upp á plattin.
- Eg tók í miðjuna á dekkinum, men tað var so hált, at eg misti takið, sigur Bjarni Nielsen, sum leggur dent á, at hann metir at hann tapti dystin, tá hann ikki kláraði at halda bilunum í longri tíð enn Nikolai Hansen.
Nú fer Bjarni at taka sær av løttum í eina tíð. Komandi kapping er føroya sterkasti maður 2015, sum verður í mai mánaði.