Bjarni misti á stokkinum

Bjarni Nielsen vísti styrki, men endaði á triðja plássi

Bjarni Nielsen bleiv í kvøld nummar trý til Toyota Battle, sum er altjóða sterkmanskapping, sum var á høllini á Hálsi. Vinnari bleiv bretin Laurence Shahlaei, meðan Mikkel Leicht stjól annað plássið í seinasta øvilsinum.

 

Bjarni Nielsen, sum er fleirfaldur sterkasti maður í Føroyum, bleiv nummar trý. Hann stóð seg væl og vann eisini okkurt av øvilsinum. Tó gekk ikki heilt eftir vild seinastu tvey øvilsini.

 

Millum luttakararnar var eisini navnframi Zydrunas Savickas úr Litava. Hann er kendur í sterkmanskappingum, men hevur við sínum 41 árum helst toppað. Umframt teir var eisini Jon Olav Granli úr Norra við.

 

Annars kann sigast, at tað var væl av fólki í høllini til kappingina, sum spældi væl av. Fyrireikararnir eftirhondini royndir og tað merkist, tí alt gongur skjótt fyri seg.

 

Endaliga úrslitið:

1.     Laurence Shahlaei 23

2.     Mikkel Leicht 16

3.     Bjarni Nielsen 15

4.     Zydrunas Savickas 12,5

5.     Jon Olav Granli, 8,5