farvæl
Fyribils er talið av profilum, sum hava biðið bestu føroysku fótbóltsdeildini farvæl, komið upp á fimm spælarar. Í Havn høvdu Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Jóhannis Joensen og Allan Mørkøre undan dystinum boðað frá, at teir nú góvust á hægsta stigi. Og í ítróttartíðindunum um kvøldi kom fram, at Bjarni Johansen eisini fer at gevast.
Spurdur, hvørt VB arbeiddi við nakrari tilgongd til komandi kappingarárið, segði Bjarni, at hann visti ikki, hvørjum »teir« arbeiddu við. Og sjálvur váttar málverjin eisini, at hann nú er givin.
- Tað er ein avgerð, sum eg tók hampuliga tíðliga í ár, so eg var fyrireikaður til hetta sjálvur. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er við einum ávísum sorgblídni, at tú soleiðis biður farvøl.
Tað vil so siga, at tað ikki verður royndi málverjin, sum verjur VB-málið komandi kappingarár, men sjálvur tykist hetta ikki vera nakað, sum Bjarni óttast nakað serligt.
- Nýtt fólk skal jú til fyrr ella seinni, og tað ger tað helst eisini hjá okkum. Viðvíkjandi málverjasessinum, so er Marccyn Dawid framvegis sáttmálabundin her suðuri, og í Heina Jacobsen hava vit eisini ein ungan málverja við góðum evnum, so tí partinum eri eg slettis ikki so bangin fyri, staðfesti Bjarni Johansen at enda.