Bjarni koppaði øllum uttan Big Z

Burn Showdown: Bjarni Nielsen nærkast heims elituni í styrki

Bjarni Nielsen, sum er Føroya sterkasti maður fýra ár upp í slag, bleiv í gjár nummar tvey í sterkmanskappingini til Burn Showdown í høllini á Hálsi. Hóast hann var upp í móti nøkrum av teimum sterkastu í heiminum, so glapp sigur honum ikki úr hondini fyrr enn í evstu løtu. Vinnari av kappingini bleiv favoritturin, Zydrunas “Big Z” Savickas.

 

Les eisini: Tóra er Føroya sterkasta kvinna

 

Kappingin var ikki heilt uttan órógv, tí tað vísti seg at í fleiri greinum høvdu fyriskiparnir lagt ov stórt trýst á sterku menninar. Longu í allar fyrstu greinini, har ein ramma við 375 kiloum skuldi berast 15 metrar, bleiv Laurence Shahlaei somikið skaddur í rygginum, at hann mátti gevast. Her kann nevnast, at hann vann greinina.

 

Eftir hetta vóru litaviski Zydrunas “Big Z” Savickas og Bjarni Nielsen skiftivís á odda. Tá so Føroya sterkasti maður vann fimtu og næst seinastu greinina av teimum seks, var hann á odda við hálvum øðrum stigi.

 

Hóast lagt var upp til tann heilt stóra tvídystin, tá Atlas steinarnir skuldu lyftast, so glapp alt úr hondini á Bjarna Nielsen, sum ongantíð var nær at bjóða Zydrunas Savickas av. Tað endaði við einum flottum øðrum plássi til Bjarna Nielsen, meðan “Big Z” fór avstað við sigrinum.

 

- Fyrstu ferð eg var í Føroyum er í  2001, tá bleiv eg álvarsliga skaddur og mátti undur skurð her. Nú er Hetta fjórðu ferð, at eg kappist í Føroyum. Tí er tað eisini deiligt endiliga at vinna eina kapping her, sigur Zydrunas Savickas.

 

Burn Showdown Strongman 2017:

1.     Zydrunas Savickas 50 stig

2.     Bjarni Nielsen 47,5

3.     Ole Marten Hansen 45,5

4.     Joachim Gustavsson 42

5.     Mikkel Leicht 39

6.     John Pollock 35

7.     Laurence Shahlaei 10 (Gavst aftaná 1. umfar)