Bjarni Johansen til EB/Streym

Í fyrstu atløgu fevnir avtalan bara um teir báðar altjóða dystirnar ímóti Apoel FC úr Kypros. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli 14. juli og tann seinni verður í Nicosia á Kypros tann 21. juli.

 

Suðuroyarportalurin skrivar, at EB/Streymur setti seg í samband við Bjarna Johansen. Hann sigur í stuttari viðmerking til sama portal, at talan er um eina spennandi avbjóðing.

 

Orsøkin til, at EB/Streymur hevur heitt á 38 ára gamla Bjarna Johansen um hjálp er, at René Tórgarð er skaddur. Tískil hevur Gunnar á Steig vart málið hjá EB/Streymi, sum harvið ongan eykamálverja hevur.

 

Men við avtaluni við Bjarna Johansen tykist hesin trupulleiki at vera loystur.