Bjarni Jørgensen til EB/Streym

Bjarni Jørgensen spældi farna kappingarár við HB, har hann átti sín lut í, at meistaraheitið endaði í Havn. HB er eisini barndómsfelagið hjá Bjarna Jørgensen, sum tó eisini hevur umboðað AB, Skála og KÍ.

 

Nú er greitt, at Bjarni Jørgensen skal umboða sítt fimta felag. Bjarni er ikki einasti nýggi leikarin í EB/Streymi í 2010, tí fyri kortum boðaði felagið frá, at teir høvdu gjørt sáttmála við Kristoffur Jacobsen hjá KÍ.