- Jólaaftan og í dag - jóladag - havi eg hildið saman við familju og børnum heima hjá okkum á Tvøroyri. Vit eru ikki líka nógv hesaferð sum onnur ár. Nøkur í familjuni halda jól í Danmark og onnur í Havn.
Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður og býráðslimur í Tvøroyrar kommunu. Hann vísir á, at tey vóru 10 til borðs jólaaftan, tá tey ótu dunnu við vanligum og brúnkaðum eplum, fyllu, reyðkáli og valdorfsalat.
Bjarni Hammer sigur, at tey fáa tvær gæs úr Øravík um jóltíðir, men tær verða ikki stoktar á jólum.
- Gæsnar verða báðar hongdar upp á sama hátt sum lambskrov. Ein verður etin turr aftur við føroyskum drýli, og hin seinna verður etin visnað, kókað og við vanligum eplum afturvið. Tað er ein delikatessa fyri okkum.
Hann sigur, at tað var pápi hansara, sum kom við hesi siðvenju úr Hovi, og hon er so borin víðari.
- Jóladag eta vit altíð stokt hálvturt føroyskt lambskjøt við vanligum og brúnkaðum eplum afturvið, og 2. jóladag eru vit boðin í barnadóp í Porkeri.
In.fo spurdi eisini Bjarna Hammer, um ringa veðrið beint undan jólum hevur ávirkað jólini hjá teimum.
- Vit búgva mitt á Tvøroyri, og her er sera veðurgott. Tískil hevur veðrið ikki ávirkað okkum. Men, vit fingu eyka gestir orsakað av veðrinum. Tað passaði okkum væl, tá vit fegin vildu hava nógv fólk til jóladøgurðan, sigur løgtingsmaðurin og býráðslimurin.