Løgtingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer, møtti í morgun aftur á tingi. Hann hevur seinastu tíðina verið í farloyvi eftir at millum annað Sosialurin bar tíðindini um, at hann var blivin avhoyrdur av donsku løgregluni í samband við skuldsetingar um at selja hassj.
Sosialurin hevur endurgivið eina samrøðu, har Bjarni Hammer bjóðar sær at skaffa ungum kvinnum hassj og valdi eisini at melda málið.
Tað var eftir hesa søgurnar, at løgmaður heitti á Bjarna Hammer um at fara í farloyvi.
Síðani hevur ríkisákærin boðað frá, at eingin ákæra verður reist móti tingmanninum og løgreglumanninum. Enn hevur fútin ikki avgjørt, um nakað sokallað disiplinermál verður reist móti móti Bjarna Hammer.
Í dag hevur Bjarni Hammer so tikið sæti á tingið aftur. Bjørg Dam hevur røkt sessin, meðan suðuroyartingmaðurin hevur verið í farloyvi.