Bjarni fer til KÍ

Klaksvíkingar hava tryggjað sær Bjarna Jørgensen, sum í fjør var á Argjum, og frammanundan spældi á Skála

Fótbóltur

 

KÍ hevur gjørt sáttmála við havnarmannin Bjarna Jørgensen, sum næsta kappingarár tí verður at finna í bláu KÍ-troyggjuni.

23 ára gamli Bjarni Jørgensen hevur áður spælt fyri HB, Skála og AB. Hann hevur spælt á ungdómslandsliðunum hjá FSF, og eitt skifti var hann eisini við í bruttohópinum hjá A-landsliðnum. Bjarni hevur spælt sum álopssinnaður miðvallari, og hann kann bæði spæla í síðunum og mitt fyri.

- Eg gleði meg til eina nýggja avbjóðing í KÍ, sum er millum tey stóru feløgini í landinum. KÍ hevur eina miðvísa ætlan fyri framtíðina, og eg eri spentur til at gerast partur av hesari ætlan, sigur Bjarni Jørgensen, sum hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við KÍ.