Bjarni í Selvindi fekk í dag debut í bestu norsku hondbóltsdeildini, tá hann og Helgi H. Hoydal og hinir liðfelagarnir í Kristiansand spældi dyst á útivølli móti Fjellhammer.
Fjellhammer vann dystin 30-27. Í steðginum var Kristiansand á odda 12-11.
Bjarni bleiv í sínum fyrsta dysti fyri Kristiansand í bestu norsku deildini noteraður fyri eitt mál og eitt upplegg til mál.
Komandi dystur hjá Kristiansand verður á heimavølli sunnudagin 10. september.
Tá kemur liðið hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget á vitjan.