Yngsta valevnið hjá Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, gjørdist toppskorari á listanum hjá Framsókn við 147 persónligum atkvøðum. Hann er sera væl nøgdur við sítt persónliga avrik.
- Eg eri ógvuliga ovfarin av úrslitinum og sera fegin um, at so nógvir veljarar hava givið mær sítt álit. Eg fekk eitt væl betri úrslit, enn eg fekk á løgtingsvalinum í 2015, og tað er eitt gott tekin, tí vit mugu minnast til, at hetta er fólkatingsval, sigur hann.
Við tilsamans 639 atkvøðum fekk Framsókn eina lítla afturgongd á -0,8 prosent samanborið við fólkatingsvalið í 2015, tá Framsókn fekk 749 atkvøður.
- Vit hava nokk ikki kastað nóg breitt í valskránni hjá okkum. Tað hevur óivað gjørt, at veljarin er farin til teir størru flokkarnar. Teir smærru flokkarnir detta ofta niður ímillum á fólkatingsvalinum, tí tá hevur veljarin eitt annað mynstur, enn tá hann fer á løgtingsval, sigur Bjarni Kárason Petersen.
Sjálvur roknaði Bjarni Kárason Petersen við, at Framsókn fór at missa nakrar veljarar til Tjóðveldi. Men Tjóðveldi gekk aftur við heili 5,9 prosentum.
- Tað er nokkso áhugavert, tí so er spurningurin, hvar veljararnir eru farnir. Fólk hava kanska valt út frá nøkrum øðrum fortreytum enn fullveldi, sigur hann.
- Vit hava havt súksess
Bjarni Kárason Petersen vísir á, at Framsókn hevur verið fokuserað nógv uppá uttanríkispolitikkin í valstríðnum. Hóast hetta kanska ikki hevur verið tað, sum hevur fangað veljaran, so sær ungi framsóknarmaðurin tað sum ein sigur, at uttanríkispolitikkurin í so stóran mun hevur verið á dagskránni.
- Í formannsumfarinum fyrradagin var høvuðsevnið uttanríkispolitikkur. Í so máta hava vit havt súksess, tí so hava vit í roynd og veru sett dagsskránna fyri, hvat mann tosaði um í sambandi við fólkatingsvalið.