Bjarni er nýggjur VB-formaður

VB/Sumba hevði nevndarfund í gjár, og á hesum varð nýggj nevnd skipað.

Nýggjur formaður er Bjarni Johansen, sum er tann spælarin, sum hevur spælt flestar dystir á rað í føroysku fótbóltslandskappingini. Og kanska eisini flestar dystir yvir høvur í føroyskum fótbólti.

Afturat honum eru fleiri onnur, sum hava drúgvar royndir bæði á og uttan fyri vøllin. Fótbóltsnevndin er mannað við Eyðuni Jacobsen formaður, Ragnari Gudmundssen og Birna Kærbech. Í Ungdómsnevndini er Eyðbritt Krosslá, forkvinna, Uni Egilsnes, Oluffa Joensen, Elsebeth Samuelsen, og Jón Pauli Olsen eru nevndarlimir. Í Fíggjarnevndini er Helgi Kristiansen formaður, Bogi Mortensen, Gudfinn Olsen, og Bjarni Johansen eru nevndarlimir.