Samráðingar
? Antin veit Bjarni Djurholm ov lítið um, hvussu viðurskiftini eru á teimum almennum stovnum, hann sjálvur hevur ábyrgdina av, ella roynir hann at villleiða fólk fyri at skumpa undir at fáa teir privatiseraðar.
Hesa niðurstøðu er formaðurin í Starvsmannafelagnum komin til, eftir at hava lisið greinina í Sosialinum týsdagin.
í henni heldur sigur Landsstýrismaðurin í vinnumálum, at tað hevði verið vert at umhugsa at gjørt Strandferðsluna. Postverkið, og kanska aðrar stovnar við, til almenn partafeløg.
Hann hugsar serliga um ósemjurnar, sum hava verið um Sandoyarferjuna, Teistan, vaktar- og bjargingarskipið, Brimil og um ósemjurnar á Postverki Føroya.
Hinvegin vísir hann á, at síðani Føroya Tele varð gjørt til alment partafelag, hava sáttmála samráðingarnar har gingið rættiliga smidliga og Bjarni Djurholm heldur, at ein forkláring er, at starvsfólkið samráðist beinleiðis við leiðsluna.
Hann heldur, at tað gevur starvsfólkið eina sterkari ábyrgdarkenslu mótvegis stovnunum, um tey sleppa at samráðast beinleiðis við stovnsleiðslurnar um sáttmálarnar. Sostatt heldur hann eisini, at ein orsøk til drúgvu ósemjurnar um Brimil, Teistan og Postverkið, kunnu hava sínar røtur í, at har er tað ein triði partur, Fíggjarmálastýrið, sum samráðist um fyri tað almenna. Tí heldur hann, at tað er vert at umhugsa at gera Strandferðsluna og Postverkið til almenn partafeløg, so at tað ikki longur er Fíggjarmálastýrið, skal samráðast um sáttmálarnar.
Við húð og hár
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað, sum Bjarni Djurholm førir fram, er púra misvísandi.
? At vit samráðast beinleiðis við leiðsluna á Føroya Tele er júst tað, vit ikki gera.
?Tað var bara tað fyrsta árið, at samráðingar um sáttmála vóru beinleiðis við leiðsluna á Føroya Tele, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Síðani bleiv tað rættiliga umráðandi hjá myndugleikunum at lata tað privata Føroya Arbeiðsgevarafelag fáa samráðingarrættin fyri tað almenna partafelagið Føroya Tele.
Sostatt er Føroya Tele nú við húð og hár latið upp í hendurnar á tí privata arbeiðsgevarafelagnum.
?Tær seinastu ferðirnar, samráðingar hava verið um sáttmála á Føroya Tele, hevur tað verið tað privata Føroya Arbeiðsgevarafelagið, sum hevur sitið við borðendan.
? Tað verður sanniliga ikki samráðst við leiðsluna á Føroya Tele. Tað er ikki so frægt sum at ein einasta undirskrift frá Føroya Tele stendur undir sáttmálanum.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at sostatt er tað skeivt og misvísandi, sum Bjarni Djurholm førir fram.
Annars heldur hann ikki, at tað er so stórur munur á at samráðast við tað privata Føroya Arbeiðsgevarafelag og tað almenna Fíggjarmálastýrið.
? Tey bæði vísa seg at hava nógv størri samband við hvørt annað, enn fólk geva sær fær um.
Dyrka sjálvsøkni
Formaðurin í Starvsmannafelagnum ivast ikki í, at Bjarni Djurholm roynir at skora undir, at almennu stovnarnir verða privatiseraðir.
Men tað tekur hann ikki undir við.
? Sum er, samráðast vit í felag. Skulu vit nú samráðast um hvønn stovn sær, fer tað at máa støðið undan tí samhaldsfasta samfelagnum. Tvørturímóti fer tað at birta uppundir sjálvøkni hjá hvørjum starvsbólki sær. Tað fer uttan iva at føra til ójavnt lønarlag, tí tá veldst alt um, hvør starvsbólkur situr við bestu kortunum og bestu vápnum á hondunum verður betri fyri at dyrka síni egnu áhugamál, heldur enn áhugamálini hjá heildini.
Gunnleivur Dalsgarð sigur at spurningurin um effektivar og rationellar stovnar er ikki ein spurningur um at teir eru almennir ella privatir.
? Eru summir stovnar ikki nóg effektivir, er orsøkin í summum førum rætt og slætt tann, at teir hava ikki nóg góða leiðslu.