Vinnumál
?Tað er nýtt fyri mær, at vit skulu hava skotið hatta upp,sum Bjarni Djurholm sigur við Sosialin týsdagin, sigur Vilhelm Petersen, fyrrverandi nevndarformaður fyri Framtaksgrunnin.
Heldur ikki Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, kennir nakað til eitt slíkt uppskot. Hann sigur, at hann metir hesi orðini hjá landsstýrismanninum sum eina roynd at seta kílar millum stravsfólkið og leiðsluna á Føroya Fiskavirking. Eitt slag undir beltið, sigur hann.
Bjarni Djurholm heldur fast við, at soleiðis varð tað orðað. Hann stendur við tað, hann er endurgivini fyri í Sosialinum.
Vilhelm Petersen vísir tó ikki aftur, at tað á onkrum fundi kann hava veirð nevnt yvir borðið, at Føroya Fiskavirking átti at verðið selt starvsfólkinum. Men hatta ítøkiliga uppskotið, landsstýrismaðurin sigur nevndina hava havt, avvísir hann blankt at kenna til.
?Vit hava hinvegin heilt greitt gjørt klárt, at vit ynsktu at selja Føroya Fiskavirking á einum viðrisbrævamarknaði. So kundu starvsfólkini eisini tann vegin sloppið upp í part, sigur Vilhelm Petersen.
Hetta váttar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. Hann vísir tó á, at hann sjálvur ásannaði, at ein virðisbrævamarknaður var rætta loysnin, men at hesin lá so mikið langt úti í tíðini, sum útlitini vóru til, at hann helt hina loysnina, at selja arbeiðsfólkinum Fiskavirking javnt, vera betri.
Breiðan eigaraskara
Vilhelm Petersen sigur, at fyrrverandi nevndin fyri Framtaksgrunni viðgjørdi hetta málið gjølla, og at nógvir møguleikar vórðu nevndir.
Endamálið við viðgerðini var greitt at fáa eins so breiðan eigarskara sum gjørligt, at yvirtaka Føroya Fiskavirking frá Framtaksgrunninum. Tí tað stendur jú í viðtøkunum, at seljast skal.
Vit løgdu eina ætlan og komu til, at virðisbrævamarknaðurin var tað, sum vit hildu vera bestu loysnina, og tað hava vit eisini nevnt fyri landsstýrismanninum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur við Sosialin, at á einum fundi, hann hevði við nevndina fyri Framtaksgrunnin, var viðgjørt, hvussu fáast kundi ein breiður eigaraskari til Fiskavirking.
?Tá varð júst nevnt sum punkt eitt at selja partabrøv til ein leiðlsubólk í Føroya Fiskavirking, sigur Bjarni Djurholm.
Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sigur, at hann kennir einki petti til at hava fingið boðið nakað tílíkt, sum Bjarni Djurholm nevnir, hóast leiðslan í Fiskavirking vanliga verður kunnað um tær viðgerðir, sum eru av fyritøkuni.
?Tað eru sera góð viðurskifti millum starvsfólk og leiðslu á Føroya Fiskavirking. Vit hava í felag skapt eitt stabilt og trygt arbeiðspláss, og tað er ófatiligt, at slíkir pástandir yvirhøvur skulu verða havdir á munni, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking.
Hinvegin sigur hann, at tað er vanligt aðrastaðni, at fyritøkur verða seldar teimum, sum starvast hjá feløgunum.
Tað kann hava sínar orsøkir, vísir Meinhard Jacobsen á. Eitt nú at virði kunnu roknast í øðrum enn reiðum peningi.
Tað fólk og tann vitan, sum er í eini fyritøku, hevur ofta størsta viðið, tá farast skal víðari, vísir hann á.
Andaði í nakkan
Vilhelm Petersen, fyrrverandi nevndarformaður fyri Framtaksgrunnin, heldur fast við, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, legði seg út í arbeiðið hjá Framtaksgrunninum.
?Vit kendu tað soleiðis, at hann vildi hava ávirkan á, hvat gjørt varð, og tað kundu vit ikki góðtaka. Hóast hann sigur, at tað ikki var so, vísir skrivið, sum nú er almannakunngjørt, greitt, at hann legði seg út í arbeiði okkara, sigur Vilhelm Petersen.
Hann vísir til, at hóast tað í brævinum frá landsstýrismanninum bert er eitt lítið brot, har landsstýrismaðuri beinleiðis sigur seg vera ósamdan við nevndina, er tað tó ein heilt greið ábending á, hvat farið er fram á nógvu fundunum partanna millum.
Brævið ongan týdning
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, heldur hinvegin upp á sítt. Hann hevur ongantíð lagt seg út í arbeiðið hjá nevndini fyri Framtaksgrunnin, sigur hann. Hann hevur sagt sína hugsan, og tað metir hann seg hava fullan rætt til.
Hann sigur, at fyrrverandi nevndin fyri Framtaksgrunnin og landsstýrismaðurin hava havt nógvar góðar fundir sínámillum eftir, at umrødda bræv varð skrivað, til nevndin fór frá í mars mánaða.
?Grundin til, at nevndin valdi at leggja frá, sær, sigur Bjarni Djurholm, var ein persónsspurningur. Tá eg hevði boðað frá, hvønn eg ætlaði at velja nýggjan í nevndina, varð boðað frá, at tað vildu summir av verandi nevndarlimum ikki. Teir valdu at siga sessin frá sær. Hóast heitt varð á teir fleiri ferðir um at halda fram, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
?Eg havi altíð hildið, og geri tað enn, at nevndin varð mannað við fult kvalifiseraðum fólki, sigur Bjrani Djurholm. Og eg harmist um, at teir løgdu frá sær.