Tað er Jenis av Rana, sum nú fer at spyrja Bjarna Djurholm, hvussu tað ber til, at Hvalbiartunnilin og hinir gomlu tunlarnir ikki vera dagførdir.
Hvalbingar hava vísta á, at teir hava gjørt kanningar, sum vísa, at Hvalbiartunnilin lýkur fá ella ongi av teimum trygdarkrøvum, sum nú verða sett til tunlar og samstundis er hann so lágur, at hann forðar fyri vinnuliga virkseminum á plássinum. Jenis av Rana vil hava at vita, um Bjarni Djurholm er samdur við hvalbingum og hann vil hava at vita, hvussu politiski myndugleikin verjir slíkar tunnilsumstøður, og um hildið verður, at tað er ráðiligt at brúka slíka farleið.
Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita um aðrir eldri tunlar eru í somu støðu sum Hvalbiartunnilin og um teir lúka nútíðar trygdarkrøv.
Kanningar, sum hvalbingar hava gjørt, staðfesta, at, tað eru ongi ljós í honum og merkingin er ófullfíggjað. Har er ongin ventilatión og ongin trygdarútgerð yvirhøvur, eitt nú telefon, eldsløkkingarútgerð, gassmátitól, mátitól fyri sýni, neyðsamband, radiosamband, fartelefonsamband og vendipláss.
vatn rennur á vegbreytini, so er vegurin frystur um verður sera hált, samstundis sum ein krappur bogi er í vegnum beint uttan fyri norðara munna. Eisini hanga stórar glerpípur undir loftinum, tá frost er, til stóran vanda fyri bilar og ferðandi. Gjøgnumtrekkurin er vánaligur, so nógv gass hópar seg upp og sýnið vánaligt, tá nógv ferðsla er. Og kemur eldur í inni í tunlinum, er ongin útgerð at stýra eldinum, onki at sløkkja eldin við, ongir møguleikar at boða frá eldinum og ongin útgerð sum forðar øðrum bilum at koyra inn í tunnilin.
Hvalbingar hava eisini skipað fyri gassmátingum, sum vísa, at konsentratiónin av vandamiklu gassunum, er viðhvørt fimm ferðir so høg, sum hægsta mark, ið norska arbeiðsumhvørvislógin ásetur. Dagar, tá ið nógv ferðsla er, ger hetta tað beinleiðis heilsuskaðiligt og lívshættisligt, skuldi steðgur kemur í ferðsluna.