Heini O. Heinesen
formaður í Vinnunevnd løgtingsins
???????????????????????????????
Tá ið landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, í Útvarpi Føroya gevur Vinnunevnd Løgtingsins ábyrgdina av gongdini í málinum um Postverk Føroya, er hetta ikki annað enn at skulka sær undan teirri ábyrgd, hann hevur sum landsstýrismaður á økinum.
Vinnunevndin hevur viðgjørt uppskotið frá landsstýrismanninum um postvirksemi bæði væl og virðiliga. Hetta kunnu allir nevndarlimirnir vátta. Men tað er einki at taka seg aftur í, at uppskot landsstýrimansins als ikki var ófullfíggjað. Og Bjarni eigur at minnast til, at tað kann vera vandamikið at kasta við gróti, tá ein sjálvur býr í glashúsi!
Tað, sum vinnunevndin broytti í uppskotinum hjá landsstýrismanninum, var at lata tann partin av verandi lóg, sum umhandlaði Postverk Føroya, vera standandi ? og ikki fara úr gildi, sum skotið varð upp av landsstýrismanninum. Talan er her um greinirnar 1-6. Henda broyting av uppskoti landsstýrismansins hevði ført við sær, at Postverk Føroya ikki bleiv avtikið sum stovnur. Nevndin var so gott sum samd um hesa broyting, og tá ið landsstýrismaðurin varð kunnaður um hetta, segði hann, at broytingin var neyðug.
Til Bjarna ella postverkstjóran?
Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu tað hevði gingið hjá landsstýrismanninum at komið við einum fíggjarnevndarskjali/eykajáttan til at játta meira pening til postverkið, sum eftir hansara egna uppskoti varð avtikið sum stovnur. Hvønn skuldi peningurin tá verið játtaður til, Bjarna Djurholm, landsstýrismann ella postverksstjóran?
Hetta vísir bara, hvussu lítið skil landsstýrismaðurin hevur fyri tí, hann skjýtir upp.
Tað, sum var orsøkin til, at málið ikki kom aftur úr vinnunevndini, var, at hansara egnu nevndarlimir úr Fólkaflokkinum ikki kundu semjast um, hvørji posthús skuldu vera standandi í lógini. Uppskotið hjá landsstýrismanninum gekk út uppá, at einki posthús skuldi verða nevnt í lógini. Í verandi lóg eru øll posthúsini nevnd. Okkurt er hóast alt avtikið kortini.
Tá ið landsstýrismaðurin nú roynir at føra sín egna kleyvarskap yvir á vinnunevnd løgtingsins, er hetta fullkomiliga burtur við. Hann átti heldur at farið at leitað inni í sínum egna flokki, hvat teir í veruleikanum vilja. Vil Fólkaflokkurin avtaka landspostboðini til fyrimuns fyri privatar fyritøkur ella einstaklingar, t.d. Shell- og Statoil-støðir, handilsmenn ella onkrar aðrar?
Samd vinnunevnd
Verandi vinnunevnd hevur gjørt eitt gott og seriøst arbeiði. T.d. kunnu vit nevna, at ein samd nevnd kom aftur í løgtingið við lógaruppskotinum um Strandfaraskip Landsins. Tað sama var við uppskotinum um barsilsskipanina; har fekst eisini full semja. Eg haldi ikki, at hetta er vánaligt nevndararbeiði, tí hesi bæði uppskotini vóru líka ófullfíggjað, sum tað um Postverk Føroya, tá ið tað kom frá landsstýrismanninum Bjarna Djurholm.
Men her royndi eg sum formaður í vinnunevndini at fáa sum frægast burtur úr tí, sum skotið varð upp. Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at hetta var einasta rætta loysnin, men hetta var tað frægasta, sum vit kundu fáa burtur úr tí sum fyrilá.
Landsstýrismaðurin hevur als onga grund til at skjóta ábyrgdina av sínum egna kleyvarskapi yvir á vinnunevndina og yvir á fólkið á gólvinum hjá Postverki Føroya!
Tað kann eingin ivi vera um, at vit skulu hava Postverk Føroya. Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð havt nakað ímoti at játta neyðuga peningin til tess. Tí kundi eg hugsað mær at spurt landsstýrismannin í vinnumálum: Hvar í hansara egna lógaruppskoti finst nakað, sum kann skapa tann neyðturviliga raksturin, so Postverk Føroya kann halda fram?
Post Danmark sum dømi
Taka vit Post Danmark sum dømi, so fáa teir millum 450-500 milj. krónur í stuðli úr ríkiskssanum um árið fyri at dekka útjaðaran. Hetta svarar til einar 5-6 milj. kr. um árið eftir føroyskum viðurskiftum.
Tað, sum kanska hevur skapt teir størstu trupulleikarnar hjá postverkinum, er kongstankin hjá ávísum flokkum í undanfarnum samgongum um, at eingin peningur skuldi setast á fíggjarlógini í fleiri ár. Úrslitið er eitt eftirsleip upp á 50 milj. krónur, sum henda samgongan hevur arvað frá undanfarnum samgongum.
At postvirksemið ikki er nøkur góð forrætning í hesum teldutíðum, má standa hvørjum politikara greitt. Haraftrat at verða niðurpínt fíggjarliga, ger, at postverkið hevur koyrt upp á stumparnar í mong ár. Hetta er ivaleyst størsti trupulleikin hjá postverkinum. Tað er eingin ivi í Tjóðveldisflokkinum um, at vit skulu hava eitt postverk, sum røkkur alt landið og sum eisini skal kunna klára seg í kappingini. Hetta er sjálvandi treytað av, at landskassain sum dekkar tær útreiðslur, sum standast av at røkka útjaðaranum. Okkara land er soleiðis háttað, at tað er tann størri parturin av Føroyum, sum kemur undir heitið »útjaðari« ? um vit samanbera við økið hjá Post Danmark.
Tá ið Bjarni Djurholm nú roynir at vaska sínar hendur í hesum máli er tað bara ein smartur máti hjá honum í eini roynd at gera sg sjálvan til eitt »unikum« sum landsstýrismaður!










