Bjarni Djurholm hótti arbeiðarafeløgini

Hann hevur beinleiðis hótt við at skerja verkfalsrættin hjá okkum, skuldi tað hent, at samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar í vár, enda úrslitaleysar

Verkfallsrættur

Nú samráðingar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar standa fyri durum, hevur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum beinleiðis hótt fakfeløgini ið at skerja verkfalsrættin.
Tað eru bæði Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, púra samd um.
? Hann hevur enntá gjørt okkum greitt, at hetta er eitt mál, sum alt landsstýrið er samt um, leggja tær bæði fakfelagsfólkini afturat.
Fyrr í hesum mánaðinum fingu øll arbeiðarafeløgini fundarboð frá Bjarna Djurholm.
Evnið á fundinum var, hvussu farast skuldi fram í samband við sjúkrarakt djórahald, um tað skuldi hent, at samráðingarnar í vár enda við verkfalli.
Í hesum sambandi varð serliga hugsað um ILA-rakt alibrúk.
? Á fundinum gjørdi Bjarni Djurholm okkum púra greitt, at kunnu arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg ikki semjast um at gera undantak fyri sjúkrurakt djórahald, verður málið lagt fyri løgtingið
? Og hann legði afturat, at tað var eitt samt landsstýrið sum stóð aftanfyri ætlanina at leggja uppskot fyri løgtingið um at skerja verkfalsrættin hjá arbeiðarafeløgunum og sostatt fer tað at verða samtykt, siga Hans Joensen og Ingeborg Vinther.
Ingeborg Vinther sigur, at landsstýrismaðurin hevði eisini eitt lógaruppskot við sær, sum hann legði fyri fakfeløgini.
? Hetta er at taka ein part av okkara borgararættindum frá okkum og tað góðtaka vit ikki.
Hon undrast eisini á, at tað skal vera so umráðandi at gera undantøk, tá ið talan er um fisk, men ongin talar um at gera undantøk, tá ið onnur eru í verkfalli, sum hava við livandi menniskju at gera.
Hon leggur dent á, at hetta er ikki sagt, tí at hon heldur, at verkfalsrætturin hjá øðrum fakbólkum eigur at skerjast.
Tvørturímóti leggur hon stóran dent á, at verkfalsrætturin ikki verður rørdur.
? Tað kann ikki koma uppá tal at skerja verkfalsrættin, tí kemur fyrst hol á, leypir skriðan og so fer at verða strongt á at undantøk á fleiri øðrum økjum eisini, ikki bara hjá arbeiðarafeløgum, men hjá fleiri fakbólkum.

Landssýrið ikki samt
Bæði Ingeborg Vinther og Hans Joensen uppfataðu hetta sum eina greiða hóttan frá landssýrismanninum í vinnumálum um at skerja verkfalsrættin hjá arbeiðarafeløgunum.
Men tey hildu at tað var løgið, at javnaðarflokkurin av øllum skuldi vera við í eini ætlan um at skerja verkfalsrættin.
? Tí boðsendu vit eisini javnaðarflokkinum og tá gjørdi Løgmaður okkum greitt, at javnaðarflokkurin fór ikki at skerja verkfalsrættin.
?Løgmaður vissaði okkum eisini um, at javnaðarflokkurin fer ikki at atkvøða fyri einum uppskoti sum førir við sær, at verkfalsrætturin verður skerdur.