Gunvør Balle, næstforkvinna í mentanarnevndini, heldur, at Bjarni Djurholm er konservativur og ótíðarhóskandi í sínum fyrispurningi til landstýrismannin í mentamálum.
Bjarni Djurholm spyr landstýrismannin um, hvat kann gerast viðvíkjandi at veita ungum kvinnum betri møguleikar at eiga børn í sambandi við lestur. Hetta heldur Gunvør Balle vera ímóti javnstøðulógini, tá ið spurningurin bert vendir sær ímóti at gera tað lættari fyri kvinnur við børnum. Hon heldur ikki at tað er lætt at síggja eitt javnbjóðis viðurskifti ímillum foreldur í fyrispurninginum.
- Hann hevur gloymt alt um pápan í sínum fyrispurningi, men fokuserar bert upp á kvinnuna, sum um at hon einsamøll hevur ábyrgd av barninum, sigur Gunvør, og leggur afturat at hetta er diskriminerandi fyri bæði kynini.
Sjálva høvuðsmotivatiónina aftanfyri fyrispurningin er Gunvør Balle tó púra samd í. Hon sigur, at Tjóðveldi heldur at vit eiga at eyðmerkja øll tiltøk, sum eru neyðug fyri at fáa ungar kvinnur og menn at verða í Føroyum. Tó heldur hon, at tað eru aðriir og betri mátar at tryggja, at tað verður gjørligt hjá føroyingum at lesa í Føroyum, samstundis sum tey eiga børn og kunnu búgva í egnari íbúð.
- Tað er so nógv annað man skal gera fyri at betra um korini, og tí er tað umráðandi at hyggja eftir trupulleikanum sum eina heild, og koma við einari pakkaloysn, ið bæði ger at lesandi kunnu fáa studning allar tólv mánaðirnar í árinum, og at tað eru bíligari bústaðarmøguleikar í Føroyum, so at tað er gjørligt at finna okkurt at búgva í, meðan man er undir lesnaði.
Gunvør heldur, at tað er ótrúliga umráðandi at hugsa javnstøðu í øllum politikki, sum verður framdur.
Um fyrispurningurin hjá Bjarna Djurholm vendi sær til bæði kynini, og um hetta var eitt mál út av fleiri málum, ið vóru ætla at betra um livikorini hjá lesandi við børnum, so var tað ein øðrvísi spurningur, ið Tjóðveldi kundi taka undir við.