Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, finst í lesarabrævi í dag hvasliga at Fólkaflokkinum fyri støðu floksins í radaramálinum. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin áður hevur staðið øksl við øksl við NATO.
– Flokkurin var burturav trúgvur og álítandi mótvegis teimum, sum tryggjaðu okkum frið og persónliga frælsið, sum ongantíð var og er nøkur sjálvfylgja.
– Øll vistu hvar Fólkaflokkurin var. Flokkurin, sum umboðaði og vardi okkara virði, trúarfrælsi, fólkaræði og ikki minst rættartrygdina, skrivar hann.
Bjarni Djurholm spyr, hvar Fólkaflokkurin er í dag, nú politiska myrkrið aftur sýgur seg um heimin.
– Er flokkurin nú av teirri fatan, at russar og Putin skulu javntstillast við vesturlendsku virðini?
Og hann heldur fram:
– Tað er tí óskiljandi, um Fólkaflokkurin nú javnstillar NATO/USA við russar (og kinesarar) og alment boðar frá, at vit bert skulu leggja lendi til eftirlitsradarar, um vit gera av, hvør kann ogna sær dáturnar úr loftrúminum her um leiðir.
At trygdarpolitikkur soleiðis verður niðursjóðaður til uppboðssølu og har flokkurin ikki ætlar at gera skilnað millum fólkaræði og einaræði?
Óskiljandi um flokkurin, sum skuldi verið besta umboðið í verjuni av fólkaræði, mannarættindi og rættartrygd sendir slík signal, tá vit vita, at Rusland í dag er skipað oligarki í politiskum parlagi við einaveldið Kina.
Hvat sigur leiðsla Fólkafloksins? Ella hevur flokkurin onga leiðslu, men bert leiðslu, sum hevur ein flokk, har eingin yvirskipað visión er longur?
Tað haldi eg øll samhugað fólkafloksfólk hava hava rætt at vita, skrivar Bjarni Djurholm millum annað.
Lesarabrævið hjá Bjarna Djurholm kann lesast her