Rættiligt stríð tykist hava tikið seg upp, nú Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur biðið um eina eykajáttan til ymiskt virksemi, tí peningur er ikki til taks, nú tað vísir seg, at næmingatalið í føroysku skúlunum er vaksandi.
Á fundi í fíggjarnevndini vóru fleiri mál á skránni, t.d. rakstrarhækkan til fólkaskúlan og hevur nógv kjak staðist av júst hesum málinum og at tað hevur gingið ov seint at fáa málið avgreitt, so enn ikki er søkt eftir lærarum til komandi ár og tímatalvurnar eru ikki lagdar, tí skúlaleiðslurnar vita ikki, hvussu karmarnir verða komandi skúlaár.
Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini sigur, at nevndin á fundi avgreiddi málið um neyðhjálp uppá 2,5 milliónir til Montenegro, Albania og Makedonia, tí hetta mál var mett at hava skund og vera beinleiðis framhald av tingviðgerð fyri einum mánað síðani. Heldur ikki er talan her um rakstrarhækkan, men um serligt mál, framlagt av løgmanni og viðgjørt av tinginum.
Tingið játtar pening
- Viðvíkjandi hinum málunum varð tosað um, hvørt tað er í samsvar við stýriskipanarlógina, grein 44, stk 2, har sagt verður, at løgtingið játtar allar upphæddir á fíggjarlógini og eykafíggjarlógum. Undir serligum umstøðum kann fíggjarnevndin játta pening, men tað hevur ikki verið gjørt fyrr, tá tað snýr seg um vanliga rakstrarhækkan. Fíggjarnevndin samdist um, ikki at broyta mannagongdina, sigur Bjarni Djurholm, ið ikki sum formaður vildi standa sum fyrimynd fyri at skapa fyridømi viðvíkjandi rakstrarhækkan, so ein næstu ferð kann siga, at játtan varð givin seinast.
- Hetta var grundgevingin og prinsipielt sendi ein so málini aftur í landsstýrið og hevur mælt landstýrinum til at venda sær til løgtingsformannin, so tingið kann kallast saman at viðgera málini sum tey fyriliggja, ella at at leggja tey fram á ólavsøku, sigur fíggjarnevndarformaðurin.
- Hetta er tað prinsipiella. Fíggjarnevndin kann ikki taka ábyrgd av, at málini koma nú, tí tey hava øll ligið í landstýrinum í langa tíð, og kundu verið avgreidd, áðrenn løgtingið fór til hús, metir Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at fíggjarnevndin má ikki skapa nýggja siðvenju, tá tað snýr seg um mál, ið kundu verið avgreidd eftir vanligari mannagongd.
Málið er súltað
Hetta vil við øðrum orðum siga, at málið hevur ligið súltað í landstýrinum ov leingi, ella hvussu?
- Vit kunnu bara staðfesta, at innskriving av nýggjum næmingum fer fram í februar og undanfarin ár hava skúlarnir fingið tillutað tímatal í apríl. At árið í ár er eindømi í so máta, kann fíggjarnevndin ikki taka ábyrgdina av, metir Bjarni Djurholm, sum eisini heldur, at var ivi um nakað, so kundi Undirvísingar- og mentamálastýrið sent tímar út til skúlarnar, svarandi til galdandi játtan og við tí fyrivarni, at møguliga bleiv meira.
- Fíggjarnevndin hevur eina fíggjarlóg at halda seg til, ið er samtykt í ár, so fíggjarnevndin kann ikki taka ábyrgdina av, at tímarnir ikki eru sendir út. Vit umsita, vit fyrisita ikki, vísir Bjarni Djurholm á.
Sparingar og tillagingar
Bjarni Djurholm heldur, at skal meirjáttan veitast til okkurt málsøki, so skulu samsvarandi sparingar finnast. Hann leggur dent á, hetta sigur hann fyri egna rokning, ikki sum umboð fyri fíggjarnevndina.
- Tað ein biður um, er ein hækkan í rakstrinum, eftir at tingið er farið heim. Hesum er eg ímóti og skulu landstýrismenn hava møguleika at fáa hesi málini ígjøgnum, so skulu teir vísa sparingar aðrastaðir, sigur Bjarni Djurholm.
Persónliga mælir Bjarni Djurholm landstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Signari á Brúnni, til at finna sparingar aðrastaðni, so peningur gerst tøkur.
- Eg eri bert ein av mongum, men sum formaður í nevndini vildi eg mælt til tað, sigur Bjarni Djurholm.
- Annars haldi eg, at tá ein hevur sett sær sum politiskt mál at broyta ríkisrættarligu viðurskiftini, so vita vit, at hetta krevur sparingar og skerjingar í almenna sektorinum. Tí skal hetta við, at meirjáttan krevur samsvarandi sparingar, metast sum eitt greitt tekin frá mínari síðu um, at eg ætli at halda meg til henda politikk, sigur Bjarni Djurholm, ið sigur, at tað ber ikki til at blíva við at hækka raksturin.
- Vit kunnu staðfesta, at fíggjarlógin í ár er 100 milliónir hægri, enn árið frammanundan. Heldur gongdin fram, so er fíggjarlógin aftur hægri næsta ár. Vit kunnu spyrja okkum, um nakar føroyingur hevur tað 100 milliónir betri í ár, enn í fjør. Hevur nakar tað 100 ferðir betri?, spyr Bjarni Djurholm, ið samanber hetta við eina snældu, ið bert vindur uppá seg.
- Eftir mínari sannføring, so er hetta í andsøgn við tað, ið vit hava sett okkum sum mál, nevniliga at gerast sjálvberandi land. Politiskt frælsi og búskaparligt frælsi er í mínari verð tveir lutir av somu søk.
- Eg haldi ikki, at fíggjarnevndin skal vera trygdarventilur hjá landsstýrinum, tá tað snýr seg um at fáa eykajáttanir í hús, sum kundu verið avgreiddar eftir vanligari mannagongd, sigur Bjarni Djurholm, ið sigur hetta fyri egna rokning, men hann leggur dent á, at fíggjarnevndin tók eina prinsipiella støðu.
LESIÐ EISINI VIÐMERKINGARNAR HJÁ SIGNARI Á BRÚNNI OG KARSTEN HANSEN