Bjarni Djurholm angrar

Hevði eg vitað hetta, hevði eg ikki atkvøtt fyri at longt flogvøllin í Vágum, sigur Bjarni Djurholm

- Vit skundaðu okkum ov nógv.
Tað er niðurstøðan hjá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, nú Landsverk hevur víst á, at besta staðið at byggja flogvøll á, er á Glyvursnesi.
Hann var landsstýrismaður í vinnumálum, tá ið kanningarnar vórðu settar í gongd og nú fyriliggur so úrslitið, nakrar fáar vikur eftir at Løgtingið samtykti at longja vøllin í Vágum.
- Eg havi altíð hildið, at vit áttu at bíða við atkvøðugreiðsluni um at longja vøllin í Vágum, til hendan kanningin var liðug. Men eg skal taka í egnan barm og viðurkenna, at eg stóð ikki við tað sjónarmiðið, tí í álitinum frá vinnunevndini tók eg undir við útbyggingini.
Hinvegin var Bjarni Djruholm ikki til staðar í Løgtinginum, tá ið atkvøðugreiðslan var.
Men hann ásannar, at hann situr eftir við eini løgnari kenslu av at útbyggingin í Vágum varð skundað ígjøgnum.
- Nú kunnu vit bera ótta fyri, at øll framtíðar útbyggingin verður skotið ein mansaldur út í framtíðina.
Kortini heldur hann, at nú má Løgtingið raðfesta flogvøllin á Glyvursnesi og fara undir tær fyrireikingarnar beinanvegin og so heldur lata vera við at útbyggja farstøðina í Vágum meiri enn allarhægst neyðugt.
Men hví legði tú navn til álitið í vinnunevndini, tá ið tú visti, at kanningin kom nú?
- Eg væntaði ikki, at úrslitið av kanningini var so eintýðugt, sum tað er. Vit vóru komin langt við fyrireikingini í Vágum og helt ikki, tað var rætt at leypa frá í síðstu løtu. Og veruleikin er eisini, at vit fáa eina stóra útbygging fyri lítlar pengar.
Hevði tú gjørt tað ørvísi, vissi málið gekk umaftur?
- Ja!