Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, skal umboða Føroya á ST-aðalfundinum í New York seinnu hálvu.
Tað verður Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum skal umboða Føroyar á ST-aðalfundinum í New York í seinnu hálvu. Bjarni Djurholm fekk hósdagin farloyvi frá løgtinginum, tí hann fer til New York á ST-alafund.
Síðani fyrst í nítiárunum hevur verið vanligt, at tvey umboð fyri Føroya Løgting eru við á ST-aðalfundinum í donsku sendinevndini, sum verður hildin í New York.
Fyrstu tríggjar vikurnar var tað Bjørn Kalsø, løgtingsmaður Sambandsfloksins, og seinnu hálvur verður tað so Bjarni Djurholm, sum kemur at umboða Føroyar sum partur av donsku sendinevndini.










