Á eykaaðalfundi í p/f Norðoyatunlinum tann 29. januar 2003 er Bjarni Askham Bjarnason valdur í nevndina fyri Klæmint Weihe, ið hevur sagt seg úr nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Oyvindur Brimnes.
Nevndin hevur skipað seg við Bergi í Garði sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.










