LØGMANSSTEYPIÐ
Vágbingar høvdu alla orsøk at vera nøgdir við eitt stig, tá ið teir fóru av Eiðismøl leygardagin. Heimaliðið hevði havt betri tak á spælinum, og heimaliðið hevði havt nógv teir flestu møguleikarnar.
Men kortini iðraðu teir í VB seg um málið, sum EB/Streymur fekk. Sorin Anghel varð feldur, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Hans Pauli Samuelsen royndi úr ellivu metrum, Bjarni Johansen bjargaði, og vágbingar frøddust. Men bara í eina lítla løtu. Tí linjuverjin veittraði og segði, at VB málverjin hevði verið ov frammarlaga staddur, tá ið brotssparkið varð skotið.
Umaftur, segði dómarin, og so sat bólturin í netinum. Støðan var 1?1, tað var eitt korter eftir, og einki mál kom afturat.
? Um málverjin stóð akkurát á strikuni ella ikki, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men tað eru mong ár síðani, at vit hava sæð nakran dómara dømt fyri hasum har, siga vágbingar, sum kortini eru nøgdir við, at teir fingu javnleik á Eiði.
? Serliga í 1. hálvleiki hekk tað ikki saman hjá okkum. Vit vóru ov aftarlaga, og ov ofta varð miðjan lopin um, so tað var torført hjá teimum báðum fremstu, Birgiri Jørgensen og Predrag Zivkovic. Í 2. hálvleiki fór Zivkovic longri aftur. Tá hekk tað betri saman, men tað var ikki nóg gott, siga teir í VB.
Á VB liðnum var Poul Poulsen á miðvøllinum. Hann er kendur frá U?17 landsliðnum, men hetta er fyrsta árið hjá honum á besta liðnum hjá VB.
Miðvallarin í høgru, Palli Augustinussen legði VB á odda. Eftir eitt tvey samanspæl við Milan kom hann leysur innanfyri verjuna, sum royndi at seta rangstøðufellu, men tað miseydnaðist, og Palli setti framvið Gunnari á Steig.
Nógvar møguleikar
Serliga í 1. hálvleiki var heimaliðið omaná. Teir høvdu nógvar møguleikar, men Bjarni Johansen í VB málinum spældi upp til sítt besta, og heimamenninir vóru onkra ferðina ikki nóg avgjørdir.
Egil á Bø stútaði í stólpan eftir horna, og tvær ferðir var miðvallarin í høgru, Marni Djurhuus, púra leysur við VB málverjanum, sum vann tvídystirnar.
At partarnir fingu eitt stig í part ber við sær, at bæði EB/Streymur og VB framvegis eru best fyri í bólkinum at sleppa víðari í fjórðingsfinaluna.
Dysturin í tølum
EB/Streymur?VB 1?1 (0?0)
0?1: Palli Augustinussen
1?1: Hans Pauli Samuelsen br
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Andrzej Pazek, Egil á Bø, Esmar Eiðisgarð ? Marni Djurhuus, Marek Vierzbicki, Ronnie Samuelsen, Bárður Olsen ? Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel
VB: Bjarni Johansen ? Michael í Lágabø, Bobo, Dejan, Eyðun Jacobsen ? Palli Augustinussen, Poul Poulsen, Milan, Dan Djurhuus ? Birgir Jørgensen, Predrag Zivkovic