Bjarni Bæk verður fyribils prestur í Hvalba

Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, skal fyribils røkja prestastarvið í Hvalba. Tað hevur ikki verið sum ætla við prestastarvinum í bygdini, síðan Ólavur Rasmussen fór endaliga úr starvinum hin 1. februar í ár.

Tað hevur verið søkt eftir presti, men bara ein umsókn kom inn. Tí varð avgjørt at lýsa starvið av nýggjum.

Meðan eingin fastur prestur hevur verið í Hvalba, hevur Jónsvein Bech, sóknarprestur á Tvøroyri, røkt Suðuroyar norðara prestagjald.

Jógvan Fríðriksson, bispur, boðar nú frá, at Bjarni Bæk fer at røkja starvið fram til ársskiftið.

Ætlanin er at søkja aftur eftir presti í heyst. Tað verður miða eftir at seta prest hin 1. februar í komandi ári.