Tað verður Bjarni Bæk, dómpróvstur, sum fær heiðurin at halda ólavsøkuprædikuna í ár.
Tað staðfestir Jógvan Fríðriksson, bispur.
Áður var tann skipanin galdandi, at tað var tann seinast setti presturin, sum fekk heiðurin at prædika á Ólavsøkugudstænastuni.
Men í sambandi við, at Kirkjan er yvirtikin og løgd undir heimastýrið, hevur bispur nýtt høvi til at broyta skipanina so at tað nú verður tann presturin, sum hevur verið longst í starvi, sum skal prædika á Ólavsøku.
Fyrsta árið helt bispur sjálvur ólavsøkuprædikuna, men tað var tí, at hann er hægsti myndugleiki yvir kirkjuni.
Í ár verður tað so dómpróvsturin og síðani verða tað prestarnir, við hægsta starvsalduri, sum prædika á ólavsøku.
So um nøkur ár endar tað í veruleikanum aftur í teirri skipan, at tað verður tann yngsti presturin, sum prædikar á Ólavsøku, tí farið verður niður ígjøgnum skipanina.