Tað elvdi til rættiligt rok, tá Rás 2 og Portalurin í gjár søgdu frá, at Bjarni Askham Bjarnason var tann fyrsti at skriva undir mótmæli móti Sandoyartunlinum, sum seinastu dagarnar man hava poppað upp á nærum hvørjari teldu í landinum.
Bjarni Askham Bjarnason er stjóri á Kalli, og hann er eisini nenvdarformaður í P/F Vágatunlinum og nevndarlimur í P/F Norðoyatunlinum. Á nýggjárinum tekur hann við sum nevndarformaður í P/F Norðoyatunlinum eisini, tí tá leggur Bergur í Garði frá sær, tí hann skal fyribils røkja stjórastarvið í tunlinum, eftir at Dávid Reinert Hansen hevur sagt seg úr starvi.
Men tað var altso mikudagin, at heimasíðan við mótmælinum fór av bakkastokki, og var tað Hans Blåsvær í Havn, sum tók stig til hana og skrivaði undir hana. Síðani var Bjarni Askham Bjarnason tann fyrsti at skriva undir.
Vit spurdu Bjarna Askham Bjarnason, um hetta ikki var illa umhugsað?
- Nei, tað dugi eg slett ikki at síggja. Tað sum eg havi skrivað undir, er tann raðfesting, sum løgtingið hevur gjørt beint framman undan einum vali - at brúka eina milliard krónur til tunlar, samstundis sum vit dumpa í Pisa, Hoydalar sær út sum ein ruin og fróðskaparsetrið er ein onnur ruin. Tað var eitt neyðarróp í mun til, hvussu vit prioritera, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
- Eg havi einki ímóti, at sandoyingar fáa ein tunil, men beint nú mugu vit raðfesta útbúgving fyrst og fremst, sigur hann.
Spurdur um hetta ikki er ótrúverdugt, tá formaðurin í báðum undirsjóvartunlunum á hendan hátt setir seg ímóti tí triðja tunlinum, svarar Bjarni A. Bjarnason:
- Hetta er ein spurningur um raðfesting. Teir tunlarnir, sum eg umboði eru gjørdir eftir einum øðrum leisti, enn man ætlar at gera Sandoyartunnilin eftir. Og eg umboði ikki tunlarnar, eg umboði meg sjálvan sum privatpersón, tá eg havi skrivað undir hetta mótmælið. Eg eri valdur í nevndina fyri tunlarnar eftir nøkrum fakligum kvalifikatiónum. Hvønn holdning eg havi privat hevur einki við hetta at gera. Vit liva í einum demokratiskum samfelag og eg má hava rætt at siga mína ónøgd, sigur Bjarni A. Bjarnason.
Rás 2 spurdi hann eisini, um hann var ímóti Vága- og Norðoyatunlunum, áðrenn teir vórðu gjørdir:
- Nei, tað var eg ikki. Og eg eri ikki móti Sandoyartunlinum, men eg eri ímóti teirri raðfestingini, sum her er gjørd, leggur hann dent á.
Við Rás 2 í morgun sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum og sum á tann hátt umboðar eigaran av tunlunum, at tað er óumhugsað av Bjarna Askham Bjarnason at skriva undir hatta mótmælið.
- Eg eri samdur við honum í, at hann sum privatpersónur hevur rætt at úttala seg, men var tað eg, sum sat í hansara stað, so hevði eg ikki gjørt tað. Onkuntíð er best at tiga, sigur Bjarni Djurholm.
Tey politisu valfeløgini í Norðoyggjum siga í mótmælisskrivi, at tað er moralskt ósambærligt, at nývaldi formaðurin í Norðoyatunlinum alment arbeiðir ímóti, at suðurøkið verður knýtt at meginøkinum. Feløgini eftirlýsa eisini almennar grundgevingar fyri, hví Bjarni Askham Bjarnason er vorðin formaður fyri Norðoyatunnilin.
Við Norðlýsið í morgun sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvík og nevndarlimur í Norðoyatunlinum, at tað undrar seg ikki sørt, at nevndarformaðurin skrivar undir slíkt.
Hann viðurkennir eisini rættin hjá honum at úttala seg, men sigur tó, at tá tú tekur av einum tilboð um at verða valdur í eina almenna nevnd, so eigur tú sjálvandi altíð at verða loyalur yvir fyri tí felag, sum ein er valdur at stjórna.
Í skrivandi stund hava 2.247 fólk afturat Bjarna Askham Bjarnason skirvað undir mótmælið.