Bjarne úr Velje kappast fyri Jersey

(Ljóðsamrøða) Ein av bogaskjúttunum hjá Jersey er upprunaliga úr Vejle

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við Bjarne Jacobsen úr Vejle í Danmark, sum kappast fyri Jersey í bogaskjóting.

 

Bjarne Jacobsen hevur búð á Jersey seinastu 30 árini, og hevur ikki verið heima í Vejle í 25 ár. Hann hevur verið partur og bogaskjótings-landsliðnum hjá Jersey, síðani oyggjaleikirnar á Álandi í 2009.

 

Bjarne Jacobsen plagdi at íðka stríðsítrótt (kampsport), men hann valdi at fara yvir til eina meira róliga ítróttargrein, og tað bleiv so bogaskjóting. Hann er sera stoltur av at kunna umboða sítt nýggja heimland, Jersey í bogaskjóting.