FSF-aðalfundur
Hóast hann bara hevur sitið tvey ár í starvsnevndini hjá FSF, so hevur Bjarki Mohr hesi bæði árini sett sín sjónliga dám á føroyskan fótbóltspolitikk.
Ikki minst hevur hann bæði verið í brennideplinum og er róstur fyri avgerðina um at leingja føroysku fótbóltslandskappingina. Ein broyting, sum hann var rættiliga skjótur at melda út tá hann var komin í nevnd, og sum eisini - við sera góðum úrsliti - varð gjøgnumførd í fjørð.
Flytur við húskinum
Hóast summi kanska hava hildið formannin í kappingarnevindin verið ov bráðræsnan, so tykist stevið í nevndarsamstarvinum at hava verið gott, og tí mundu tey flestu helst eisini vænta, at Bjarki eisini ætlaði at taka við afturvali, tá aðalfundur verður á skránni tann 18. februar.
Men soleiðis verður tó ikki. Í heyst fór restin av húskinum hjá Bjarka av landinum í útbúgvingarørindum, og sjálvur roknar Bjarki við, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn hann eisini fyribils flytur til Danmarkar.
Enn havi eg so ikki sett mær nakra dagfesting. Men eg haldi tað vera skeivt, um eg stilli upp til nevndarvalið, tí tvey ár afturat vænti eg ikki, at verði verandi.
Men er tað ikki eitt sindur hugtungt, um tú soleiðis noyðist at gevast við nøkrum, sum tú hevur verið við til at sett ígongd?
Tað vil tað altíð verða. Tí talan er jú um nakrar broytingar, sum eg veruliga havi arbeitt fyri. Men fýra ár er alt ov leingi at vera burtur frá restini av familjuni, so í so máta er avgerðin ikki serliga trupul, heldur hann.
Kappingin hevur broytt nógv
Spurdur, hvørt tað eru einstakir lutir, sum hann hevur verið serliga fegin um hesi bæði árini í kappingarnevndini, sigur Bjarki, at tað eru tað sjálvandi.
Viðvíkjandi FSF, so haldi eg serliga, at tað er gott, at nevnd og umsiting í felag nú hava orðað ein greiðan málsetning. Ikki minst, tí vit við hesum eisini betri kunnu grundgeva fyri umheiminum, hvussu arbeiðsgongdir og -ætlanir eru hjá okkum.
Eisini haldi eg tað vera gott, at vit nú fáa eitt veruligt konsept, sum alt landsliðsarbeiðið er bygt á. Nakað sum ger tað lættari at halda fast í eini støðugari menning.
Og so er tað sjávlandi broytingin í kappingini. Fyrsta árið var hendan í øllum førum framúr vælegnað, og eg haldi eisini, at hetta er nakað, sum kann flyta føroyskan fótbólt. Spælararnir verða betri fyri í allar mátar, og tað kann so bara gagna føroyskum fótbólti, sigur Bjarki Mohr at enda.
So er einasti spurningurin, hvør nýggi maðurin í nevndini hjá FSF verður. Ella um talan kanska verður um fleiri. Umframt Bjarka, standa Óli Holm, formaður, og Magnus á Stongum fyri vali hesaferð. Men tað er tó lítið - ella kanska einki - sum bendir á, at teir báðir verða skiftir út við aðrar kreftir.