B36 ferðalagið riggar til at fara norður aftur eftir at hava verið í Suðuroy í eitt stíort samdøgur. Setningurin var at hava trý stig í viðførinum norðuraftur, og setningurin er avgreiddur í øllum góðum.
B36 vann 4-0. Eftir fyrra hálvleik var 1-0.
Heilt avgerandi fyri dystargongdina og úrslitið var tað, at TB sjey minuttir undan steðginum var undirmannað. Tá sá Mark Kongstedt gula kortið fyri aðru ferð, og so hevði Rani A. Skaale ostaskorpuna á lofti. Hetta minti nógv um, tá ið Samudeen Musah í fyrra hálvleiki í 4-2 heimatapinum ímóti 07 Vestur sá gula kortið tvær ferðir, og TB so var undirmannað.
Inntil reyða kortið hevði TB víst góðan hugburð, og hóast B36 hevði havt bóltin væl meiri, so var TB á ongan hátt niðurspælt, og støðan var málleysur javnleikur.
Í síðstu løtu undan steðginum varð mótbrekkan hjá heimaliðnum uppaftur brattari. Eftir horna úr høgru frá Alex Mellemgaard var TB verjan ikki nóg neyv, og so trýsti miðverjin Bjarni Petersen bóltin inn um strikuna.
Seinni hálvleikur var torførur hjá TB. Serliga boysin hjá heimamonnunum at fáa bilbukt við var framrættaði Bjarki C. Nielsen, sum skoraði eitt mál og legði upp til tvey.
Tá ið Brian Jakobsen sjey minuttir eftir steðgin hevði stútað til 2-0 eftir innlegg frá Bjarka C. Nielsen, var spurningurin bara, hvussu stórur B36 sigurin fór at verða.
TB vardi, og B36 hevði bóltin. Sum tað leið fram ímóti dystarenda varð styttri millum málmøguleikarnar, og tíggju minuttir undan steðginum økti Bjarki C. Nielsen um munin eftir eitt sindur av aftur og fram.
Bjarki C. Nielsen átti eisini uppleggið, tá ið Mathias Thrane eftir stórt TB kiks í uppspælinum í høgru staðfesti 4-0 sigurin.
B36 hevur 12 stig, meðan støðan ikki er hugalig hjá TB, sum hevur verið fýra ferðir á heimavølli í landskappingini og til saman hevur tapt 2-17.
TB – B36 0-4 (0-1)
0-1: Bjarni Petersen 44.
0-2: Brian Jakobsen 52.
0-3: Bjarki C. Nielsen 81.
0-4: Mathias Thrane 86.
Dómari: Rani A. Skaalum
TB: Mads Viktor Altschuler – Eirikur M. Ellendersen, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – John Villi Wøldike, Dánjal Godtfred – Jens Erik Bruhn, Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson – Maxwell Bediako
Gult kort: Dánjal Godtfred
Reytt kort: Mark Kongstedt 38. (2 gul)
Venjari: Michael Winter
B36: Mattias Lamhauge – Bjarni Petersen, Andrias H. Eriksen, Bárður Olsen – Benjamin Heinesen, Mathias Thrane, Andrass Johansen, Alex Mellemgaard – Martin Agnarsson, Brian Jakobsen, Bjarki C. Nielsen
Gult kort: Brian Jakobsen, Bjarni Peteresen
Venjari Dan Brimsvík