Mánadagin 25. apríl kl. 14.00 skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi við røðu og felagssangi við stuðli frá sangkórinum Ljómi. Skótar ganga skrúðgongu frá skótahúsinum kl. 13.45 og oman til Minnisvarðan.
Bjarni Johansen heldur røðu. Aftaná flaggdagshaldið bjóða skótarnir til ein drekkamunn í Miðlatúni. Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar sudurras.fo.
Tað er Skótaliðið Royndin, sum skipar fyri flaggdagshaldinum í Vági.