Tey seinastu tíðindini úr Kili siga, at tann fyrsti av teimum 33 innistongdu námsarbeiðsmonnunum kemur upp úr náminum um ein góðan hálvan tíma ella so. Tað er heldur fyrr enn upprunaliga ætlað.
Bjargingin hevur sera stóran áhuga um allan heimin, og ikki færri enn eini 2.000 tíðindafólk eru við námið og fara at siga frá, tá menninir koma upp.
Myndugleikarnir høvdu ætlað, at menninir skulu flytast á sjúkrahús, so hvørt sum teir koma upp úr náminum, men nú ljóðar, at námsarbeiðsmenninir ætla sær at bíða við námið, til allir eru bjargaðir.
Áðrenn tann fyrsti maðurin kemur upp, verða ein lækni og ein servandur hermaður loraðir niður í námið. Teir skulu tryggja, at alt fer fram sum ætlað.










