Talan er kortini ikki um eina »full scale« venjing, tað lá nevniliga ikki fyri hjá øllum instansum at vera við. Klokkan gott hálvgum fimm í dag fór ein bjargingarvenjing í gongd á flogvøllinum.
Talan var um eitt flogfar, sum kom ov langt inn á vøllin áðrenn tað setti seg við tí úrsliti, at tað fekk ikki steðga í tøkum tíma.
Flopgskiparin gjørdi av at koyra inn á neyðbremsugeiran, men flogfarið hevði so mikla ferð, at tað brotnaði sundur í trinnar lutir.
Nógv var gjørt burtur úr at gera venjingina so realistiska sum gjørligt, og eitt stað millum 50 og 60 statistar vóru fingnir at spæla leiklutirnar hjá flogferðafólkunum.
Eftir bjargingarvenjingina verður ein eftirmeting av venjingini, har leiðararnir gera sínar metingar.
Landssjúkrahúsið og sjúkrabilar vóru ikki við í hesi venjingini, men væntandi verður ein fullscale venjing einaferð seinni í heyst ella aftur komandi vár.