MRCC-støðin sendi í nátt boð eftir bjargingartyrluni, tí ein maður var vorðin sjúkur umborð á partrolaranum Heyki.
Tað var um eitt tíðina í nátt, at MRCC-støðin fekk fráboðanina um, at ein maður var vorðin sjúkur umborð á Heyki, ið tá lá 50 fjórðingar eystanfyri Nólsoynna.
Bjargingartyrlan varð boðsend, men tá hon kom út til skipið, livdi so nógv í sjónum, at tað ikki eydnaðist at fáa mannin umborð á tyrluna. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Sostatt mátti tyrlan venda við og seta kós móti flogvøllinum, meðan Heykur sigldi til Havnar við sjúka manninum. Tann túrurin tók umleið tríggjar tímar.